Martin Audio
Martin Audio er uppkallað eftir Dave Martin, ið stovnaði felagið í 1971. Hann var ein av undangongumonnunum innan festival ljóðtøknina, sum vit kenna í dag. Avstraliarin bleiv kendur, m.a. fyri at áseta slóðbrótandi meginreglur innan hátalarar, eitt nú MH212 – Philishave, ið førdi til stóra kollvelting.
Dave Martin legði eftir sær, bæði tøkniligan arv og eisini eldhugan eftir at skapa nakað nýtt. Nú, fleiri ártíggjund seinni, stendur felagið við nógvum sermerktum avrikum handan bakið, ið hava broytt og betrað um tøknina um allan heimin. Martin Audio er vorðið partur av Focusrite Group og kann vera errin av at eiga meiri enn 100 vørur til einhvønn tørv og nýtslu, ið heimurin nú hevur ágóðan av.
Heilt frá byrjanini av, hevur uppliving lurtarans verið miðdepilin. Tað, ið byrjaði sum ein longsul eftir at gera tónleikabólkar førar fyri at spæla fyri størri fjøldum, meðan góðskan er í hásæti, verður nú lagt saman við ynskinum at skapa eina serstaka og minnisríka uppliving, uttan mun til í hvørjum rúmi ella hvar í rúminum, lurtarin stendur.
Trýst her fyri at lesa meir um Martin Audio.